
Søk á BSK skúlaárið 2023/2024!
Nú er klárt at søkja um at verða upptikin til eitt ella fleiri skeið á BSK skúlaárið 2023/2024.
Hesi seks skeið verða hildin komandi skúlaár:
- Bøn (Ólavur Jacobsen)
- Ápostlasøgan (Carl-Gustaf Severin)
- Gamla Testamenti (Búgvi V. Olsen)
- Ísrael (Roar Sørensen)
- Kristin heimsáskoðan (Rúni Rasmussen)
- Missión (Ville Männistö)
Les meira um skeiðini og undirvísingardagar her.
Søk um upptøku her.
Leiðslan á BSK gleðir seg at bjóða skeiðsluttakarum vælkomnum.
Eitt av høvuðsmálunum hjá BSK er at vera við til at byggja ríki Guds á jørð. Næmingar verða undirvístur um Guds ríki, hvussu Jesus vísti og kunngjørdi Guds ríki og hvussu Guds fólk kann byggja Hansara ríki við Orðsins og Andans leiðslu og kraft.
Øll trúgvandi í Føroyum eru vælkomin at luttaka í undirvísingum hjá BSK. Aldusmarkið er 16 ár.