Bjørgfinnur dagligur leiðari fyri BSK

Bíbliuskúlin Keldan (BSK) hevur boðað frá søguliga stignum at skipa BSK sum dagbíbliuskúla frá september 2026. Ein týðandi partur av hesin er setan av dagligum leiðara fyri skúlan. Leiðslan fyri BSK hevur júst sett dagligan leiðara, og er tað Bjørgfinnur Heinesen.

Dagligi leiðarin skal mynda dagbíbliuskúlan og hevur ábyrgd fyri, at alt tað dagliga arbeiðið á skúlanum er væl skipað, og hann fer at virka fyri einum andaligum og stimbrandi skúlaumhvørvi.

Endamálið við BSK er at menna Guds fólk og at gera tey búgvin til at tæna Gudi. Nýggi leiðarin hevur ein týðandi leiklut at røkka hesum endamáli.

Bjørgfinnur er eitt kent andlit í Kelduni. Hann hevur í mong ár verið virkin í Kelduni á fleiri økjum. Hann var ungdómsleiðari í mong ár og hevur tikið stig til og leitt nógv arbeiði í samkomuni.

Bjørgfinnur og kona hansara Jonna vóru eitt ár á bíbliuskúla á Livets Ord Bibelcenter í Uppsala í 2012/13.

Bjørgfinnur hevur stórt hjarta fyri Ísrael. Hann er formaður fyri ICEJ Føroyar (Altjóða Kristna Sendistova í Jerusalem). Í 2014 var hann á Israel Total, sum var intensivt skeið í tríggjar mánaðir um Ísrael, bæði bíbilska og nútíðar Ísrael. Og í 2016 las hann hebraiskt í Israel.

Bjørgfinnur hevur handilsútbúgving, og var hann sjálvrekandi handilsmaður í mong ár. Seinastu fýra árini hevur hann verið sølumaður hjá Bakkafrost.

Bjørgfinnur er spentur til uppgávuna, og fer hann ta komandi tíðina at kunna um dagbíbliuskúlan og eggja fólkum at søkja um upptøku á BSK. Um at ganga á bíbliuskúla sigur hann:

“Fyri meg var eitt ár á bíbliuskúla ein lívsbroytandi uppliving. Eg skilji betri, hvat eg lesi, og mín trúgv er meira gundfest. Bíbliuskúli er sum eitt sterkt fundament, sum man byggir víðari uppá restina av lívinum!”

BSK ynskir Bjørgfinni hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og Guds ríku signing.