„At royna at fremja Guds verk í egnari styrki er tað mest ógreiða, møðandi og keðiligasta av øllum verkum. Men tá ið vit eru fylt av Heilaga Andanum, floymir tænasta Jesusar út úr lívi tínum." Corrie ten Boom
Undirvísing eftir Rúna Rasmussen
Tað er gjøgnum Heilaga Andan, at vit kunnu kenna og uppliva Gud. Tað er heilt einfalt ikki møguligt at kenna Gud uttan at verða føddur av nýggjum av Heilaga Andanum (Jóh. 3,5). Endurføðingin er verk Guds við Heilaga Andanum. Við Andanum gerast vit vinir og børn Guds. Við Andanum styrkist og mennist okkara relatión við Gud.
Tíverri hevur Heilagi Andin ikki altíð fingið tað pláss og ta virðing, sum Hann eigur at hava hjá Guds fólki. Hetta er harmiligt og elvir til sorg í Guds hjarta.
Ein trupulleiki er, at tað eru skeivar fatanir av, hvør Andin er og hvørjar uppgávur Hansara eru. Tað er sera týdningarmikið at fáa eina greiða fatan av, hvør Heilagi Andin er og hvønn leiklut Hann eigur at hava hjá øllum, sum eru Guds børn.
Málið við hesari grein er at varpa ljós á Andan og Hansara virksemi. Bøn mín er, at vit fáa greiða fatan av Andanum og týdninginum av Honum, og at vit fáa tráan eftir at blíva fylt, leidd og ríkað av Andanum.
Hvør er Heilagi Andin?
Heilagi Andin er ikki ein gátufør ella løgin uppliving. Hann er ikki ein kraft. Hann er ikki okkurt ópersónligt. Hann er ikki orka. Nógv fólk kunnu onkursvegna fyrihalda seg til Gud, Faðirin og Sonin Jesus. Men Heilagi Andin? Hvør er Hann? Latið okkum saman kanna Heilaga Andan og Hansara virki.
Navnið Heilagi Andin er sett saman av: heilagur og andi. Eyðkenni hjá anda er, at hann er ólikamligur og óevnisligur (immateriellur). Hann er ikki avmarkaður av tí, sum vit síggja. Andi er ikki staðtreytaður. Hann ferðast uttan mørk. Andi er ósjónligur, men veruligur.
Orðið heilagur merkir serstakur og øðrvísi. Tað heilaga er tað, sum er sett til síðis til eitt ávíst endamál. Heilagleiki merkir fullkomin reinleiki og rættvísi.
Í Gamla Testamenti verður Andi Harrans oftast brúkt um Heilaga Andan. Í Nýggja Testamenti verður Heilagi Andin oftast nevndur Andin.
Heilagi Andin verður onkuntíð nevndur triði persónurin í guddóminum. Klassiska læran um tríeindina er, at Gud er Gud Faðir, Gud Sonur (Jesus) og Gud Heilagi Andi. Heilagi Andin er ikki Sonurin. Heilagi Andin er ikki Faðirin. Heilagi Andin er ikki lægri ella hægri enn Gud. Heilagi Andin er Gud. Hetta merkir, at tá ið vit æra Andan, æra vit Gud. Tá ið vit eru leidd av Andanum, eru vit leidd av Gudi. Soleiðis sum vit eru ímóti Heilaga Andanum, eru vit ímóti Gudi.
Heilagi Andin er ein persónur. Hetta er sera týdningarmikið at skilja. Tað er sera grundleggjandi fyri hin kristna at skilja og viðurkenna, at Heilagi Andin er ein persónur og at Hann er Gud.
Hvat eyðkennir ein persón? Ein persónur hevur vit, vilja, kenslur, kann tala og biðja. Bíblian lærir púra greitt, at Andin er ein persónur. Her síggja vit skriftstøð, sum vísa, at Andin er ein persónur:
Vit: Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er, tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heiløgu. (Róm. 8,27).
Vilja: Alt hetta virkar hin eini og sami Andin, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg. (l. Kor. 12,11).
Kenslur: Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg. (Ef. 4,30).
Tala: Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: … (Áp. 13,2)
Biðja: … nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast. (Róm. 8,26).
Persónurin Heilagi Andin er alla staðni nærverandi (omnipresent), alvitandi (omniscient) og alvaldandi (omnipotent).
Dávid lýsir væl við hesum orðum, at Andin er alla staðni: "Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni! Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har (Sálm. 139,7-8)."
Andin vil hava samfelag við okkum. Hann vil leiða okkum, hjálpa okkum og ala fram Sín ávøkst (Gal. 5,22-23), sum dýrmetur Faðirin og er menniskjum til signing (Jóh. 15,8; Matt. 5,16).
Heilaga Andans verk er Guds verk. Heilagi Andin er Gud sjálvur „in action.“
Talsmaðurin
Í Jóhannes evangelium verður Andin nevndur Talsmaðurin. Í enskum týðingum verða t.d. hesi orð brúkt fyri talsmann: helper (hjálpari), comforter (troystari), counselor (ráðgevi), advocate (sakførari).
Talsmaður er týðing av grikska orðinum parakletos. Parakletos merkir ein, sum er kallaður at vera við liðina á einum; einum til hjálpar.
Í Jóh. 14,16 lesa vit hetta um Talsmannin: „Og eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum í allar ævir.“ Jesus skuldi senda teimum annan talsmann. Í frummálinum merkir annan ein av sama slagi. Hetta er sera áhugavert og eigur at fáa okkum at fegnast! Tí talsmaðurin bleiv ikki bara sendur at vera hjá teimum fyrstu lærisveinunum og hjálpa og leiða teir. Nei, Talsmaðurin er givin til øll, sum játta Jesus sum Harra.
Talsmaðurin helt fram við Jesu tænastu eftir, at Jesus ikki longur gekk á jørðini. Við úthelling Andans (Áp. kap. 2) er Jesu nærvera, leiðsla og kraft tøk hjá øllum Guds børnum.
Tað, sum Jesus var fyri lærisveinarnar, var Andin fyri lærisveinarnar. Eisini til okkum er Andin givin til at halda fram við Jesu verki í okkum og ígjøgnum okkum.
Heilagi Andin, Talsmaðurin, er okkara troystari, ráðgevi, sakførari, hjálpari, lærari og vinur. Vit kunnu hava vinskap við Heilaga Andan júst sum vit hava vinskap við Gud.
Andin hjálpir okkum at skilja Bíbliuna
Gud hevur gjøgnum ymisk menniskju skrivað Bíbliuna. Hesi menniskju skrivaðu við sínum orðum tað, sum tey upplivdu og hoyrdu. Men tá ið tey skrivaðu, vóru tey drivin av einum guddómligum persóni; og hesin persónurin er Heilagi Andin. Pætur sigur hetta um sambandið millum profetaorðini, tey, sum skrivaðu profetaorðið og Andan: Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds. (2 Pæt. 1,21).
Hetta vers vísir, at Gud við sínum Heilaga Anda leiddi tey, sum skrivaðu profetaorðini niður. Gud hevur við sínum Anda skrivað Bíbliuna, ið er profetorð. Profetorð er orð, sum hevur sín uppruna í Gudi.
Tá ið vit lesa ein tekst, sum vit ikki skilja, so er tað altíð ein stór hjálp at kunna tosa við høvundin sjálvan, fyri at fáa greiði á ivamálum.
Tá ið vit lesa brot í Bíbliuni, sum vit ikki rættiliga skilja, kunnu vit fara til høvundin, ið er Heilagi Andin. Vit kunnu biðja Hann vísa okkum, hvussu brotið skal skiljast. Andin er í okkum og ynskir at hjálpa okkum at skilja Orðið. Tá ið vit menna samfelagið við Andan, menna vit okkara førleikar at skilja Bíbliuna og at liva eftir henni.
Tað er Andin, sum ger Orðið livandi og skiljandi. Eg má viðganga, at eg ov ofta havi lisið og granskað Bíbliuna uttan at vera tilvitaður um, at Guds Andi, sum er í mær, altíð er klárur at hjálpa og ráðgeva. Andin er tann besti at hjálpa mær at skilja Bíbliuna og at ríka meg við nýggjum innliti. Men hinvegin kann eg frá mínum royndum vitna um, at eg ferð eftir ferð havi upplivað Andans hjálp og opinbering, tá ið eg havi lisið og granskað Bíbliuna. Tað er í Andans nærveru, at Bíblian gerst Guds livandi samskifti við lívsumbroytandi ávirkan.
Orðið og Andin
Tað er eingin loyna, at nøkur trúgvandi leggja størri dent á Orðið enn Andan; og onnur leggja størri dent á Andan enn Orðið. Hetta eigur ikki at vera so.
Orðið og Andin kunnu ikki skiljast sundur. Vit kunnu ikki siga: „Eg haldi, at vit skulu leggja størri dent á Orðið enn á Andan“ ella „Eg haldi, at vit skulu leggja størri dent á Andan enn á Orðið“ Hesin hugsanarháttur er ikki grundaður á læru Bíbliunnar.
Vit eiga at leggja størri dent á Orðið og størri dent á Andan. Hetta er ein bíbilskur hugburður.
Tá ið nakrir Saddukearar royndu at freista Jesus, gav Hann teimum orsøkina til, at teir vóru vilstir. Hann segði: Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds (Matt. 22,29).
Fyri at ganga á rættari leið, er neyðugt at kenna Guds Orð og mátt. Mátturin er Andans virksemi.
Paulus segði við samkomuna í Tessalonika: Tí evangelium okkara kom ikki bert í orðum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og við fullari vissu (1. Tess. 1,5).
Paulus knýtti saman Andan og Orðið. Hetta síggja vit greitt í 1. Kor. 2,4: Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft (dunamis).
Orðið og Andin hoyra saman. Orðið leiðir okkum til eitt lív í Andanum, og Andin leiðir okkum til eitt lív í Orðinum. Tá ið vit lata bæði Orðið og Andan fáa ræði í okkara lívi, verður Guds kraft opinberað ígjøgnum okkara lív.
Gudfrøðingurin Millard J. Erickson lýsir sera beinrakið týdningin av bæði Bíbliuni og Andanum:
„If you have the Bible without the Spirit, you will dry up. If you have the Spirit without the Bible, you will blow up. But if you have both the Bible and the Spirit together, you will grow up.“
Guds fólk eigur at vera bæði Orðsins fólk og Andans fólk.
Henda undirvísing er brot úr bókini Lívið nær Gudi, sum forlagið Parakletos gav út í 2017.