
Um skúlan
Bíbluskúlin Keldan (BSK) bleiv settur á stovn á páskum í 2021.
Tað vóru fleiri, sum í mong ár droymdu um ein bíbliuskúla í Føroyum. Leiðslan í samkomuni Kelduni arbeiddi í fleiri ár við tankanum um ein bíbliuskúla í Føroyum, sum byggir á evangeliska-karismatiska grund.
Í november 2020 bleiv ein arbeiðsbólkur settur at fyrireika og seta á stovn bíbliuskúla. Í arbeiðsbólkinum vóru Búgvi V. Olsen, Ólavur Jacobsen og Rúni Rasmussen. Bíbliuskúlin Keldan bleiv sum nevnt stovnaður á páskum 2021, og er skúlin mentur og útbygdur so líðandi. Í september 2026 bryjar BSK sum dagsskúli.
Tað er samkoman Keldan, ið hevur sett BSK á stovn, og hevur Keldan ábyrgd av skúlanum. Búgvi V. Olsen er leiðari fyri skúlan.
Við Jesu føtur
BSK hevur eitt skriftbrot, sum er grundarlag fyri skúlan. Tað er Luk. 10,38-42:
Meðan teir nú ferðaðust, kom Hann til eina bygd; og kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum. Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði. Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði:
"Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!" Men Harrin svaraði henni: "Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin."
Orðingin “við Jesu føtur” er eitt slagorð hjá BSK. Vit liva í eini tíð, har flest øll hava úr at gera og uppliva gerandisdagin rokutan. BSK vil geva trúgvandi eitt gott høvi at sita í nærveru Guds, hoyra Andans rødd og menna eina inniligari relatión til Jesus.