Høli og bókasavn
Høli
BSK heldur til í Kelduni. BSK hevur atgongd til sera góðu hølini og karmarnar, sum eru í Kelduni. Í Kelduni eru fleiri skúlastovur við nútímans hentleikum, sum BSK fer at brúka. Eisini eru góð høli til fyrilestrar (50-100 fólk). Til stór tiltøk er stóri salurin í Kelduni tøkur hjá BSK at brúka. Í Kelduni eru fleiri "kaffikrókar", sum næmingar hjá BSK eru vælkomnir at brúka.
Bókasavn
BSK hevur atgongd til kristna bókasavnið í Kelduni.
Í 2015 byrjaði Keldan at menna og skipa eitt bókasavn við góðum kristnum bókum og tilfari. Endamálið við bókasavninum er at stimbra lesing og fordjúping í Guds orði, gudfrøði og samfelagsrelevantum evnum og at stuðla undir lærisveinavenjing.
Ein framtíðar bíbliuskúli var í hugnaum, tá ið arbeiðið at skipa bókasavnið byrjaði. Í dag er eru rættiliga nógvar bókur og tilfar á bókasavninum, sum er viðkomandi hjá bæði næmingum og undirvísarum á BSK.