Undirvísarar

Búgvi V. Olsen, leiðari fyri BSK
Búgvi V. Olsen er partur av høvuðsleiðsluni í Kelduni, har hann hevur verið hjálparpastorur síðan 2017. Áðrenn tað hevur hann m.a. gingið 2 ár á Bíbliuskúla hjá Livets Ord í Uppsala, Svøríki. Frá 2014-2016 arbeiddi hann í samkomuni Livets Ord, sum er ein av størstu samkomunum í Norðurlondum, og er ein av lærarunum á bíbliuskúlanum hjá hesi samkomu.
Hann hevur masterútbúgving í gudfrøði frá Oral Roberts University.
Búgvi er giftur við Biritu og tey eiga fýra børn.
Hjartamálini hjá Búgva er:
- Lærisveinaskapur
- Missión
- Leiðsla

Pauli Høj
Pauli Høj er saman við konuni, Jastrid Høj, samkomuleiðari í Kelduni.
Sum ungur hevur hann gingið á DTS og “School of mission” hjá Ung í Trúarverki (YWAM). Pauli er útbúgvin timburmaður, men hevur seinastu 25 árini verið samkomuleiðari í Kelduni og m.a. gingið undan við byggingini av samkomubygninginum hjá Kelduni.
Pauli hevur diplomútbúgving í “pastoral theology.”
Pauli er giftur við Jastrid og tey eiga 3 børn og 2 abba og ommubørn.
Hjartamálini hjá Paula eru:
- Guds samkoma í Føroyum
- At Føroyar framhaldandi skal byggja á tey kristnu virðini
- At síggja menniskju gjørd tilreiðar til tænastu

Jastrid Høj
Jastrid Høj er saman við manninum, Paula Høj, samkomuleiðari í Kelduni. Hon hevur gingið á DTS og “School of evangelism” hjá Ung í Trúarverki (YWAM). Jastrid hevur staði saman við Paula í leiðslu fyri Kelduni síðani 1997. Hon var við til at seta á stovn Frískúlan Keldan í 2010, og var skúlaleiðari fyri Frískúlan Keldan 2010-2021. Í dag er hon visiónsberi, varaleiðari og lærari á skúlanum.
Jastrid er útbúgvin lærari og hevur eina masterútbúgving innan skúlaleiðslu frá Oral Roberts University.
Jastrid er gift við Paula og tey eiga 3 børn og 2 ommu og abbabørn.
Hjartamálini hjá Jastrid eru:
- Guds nærvera opinbera har menniskju verða frelst, loyst og grødd
- Hjúnarbandið og familjan
- Kristnu virðini verða varðveitt í okkara skúlum, mentan og samfelagi

Ólavur Jacobsen
Ólavur Jacobsen er partur av høvuðsleiðsluni í Kelduni. Hann hevur somuleiðis arbeitt í leiðslu í føroyskum samkomulívi seinastu 20 árini. Eisini hevur hann prædikað og undirvíst Guds orð síðani hann var 16 ára gamal, bæði her í Føroyum og uttanlands.
Ólavur er giftur Liljan og eiga tey 3 børn.
Hjartamálini hjá Ólavi eru:
- At fáa Guds orð út til menniskju
- At tæna teim sjúku við grøðing
- At gera Guds fólk til reiðar til tænastu

Rúni Rasmussen
Rúni Rasmussen hevur í fleiri ár talað og undirvíst í fleiri samkomum. Hann hevur arbeitt í leiðslu í føroyskum samkomulívi síðan 2000. Rúni er kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann var deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni 2009-2021. Hann er stjórnmálafrøðingur og hevur eisini BA-útbúgving í søgu.
Rúni hevur skrivað bókina Lívið nær Gudi (2017), Hellenistisk ávirkan í nýggja testamentliga heiminum (2006) og bóklingin Hvar stendur tað? (2003).
Hann hevur tikið Graduate Certificate í gudfrøði á University of Chester (fjarlestur).
Rúni er giftur við Noomi og eiga tey tvey børn.
Hjartamálini hjá Rúna eru:
- Veking og samfelagsávirkan
- At menna relatiónina við Gud
- Leiðsla

Carl-Gustaf Severin
Carl-Gustaf Severin er evangelistur og bíbliulærari í Lívsins Orð í Uppsala, Svøríki.
Í uml. 50 ár hevur hann ferðast um allan heimin og prædikað trúgv og biðið fyri sjúkum. Hann er serliga kendur fyri sítt arbeiði í fyrrverandi Sovjetsamvaldinum, har hann troyttaleysur ferðaðist inn og út í 90’inum, og ávøksturin av tí arbeiðinum er sera stórur í dag. Hundraðtals evangeliskar samkomur í stórum pørtum av Russlandi eru stovnaðar.
Carl-Gustaf er giftur við Moniku. Tey eiga 5 vaksin børn og fleiri ommu og abbabørn.

Poli Jacobsen
Poli Jacobsen 56 ár. Hann hevur verið pastorur í Lívsins Orð í Saltangará seinastu 4 árini.
Poli hevur prædikað og verið virkin í missións- & samkomuarbeiði í 40 ár. Hann hevur prædikað í Skandinavia, Eystur -Evropu, Kina og Pakistan.
Hann er giftur við Ivy, og eiga tey 5 børn.
Hjartamál:
At reisa menniskju upp
At vísa menniskjum á Jesus og hvat tey hava í Honum
At vísa menniskjum kraftina í Guds orði.

Ville Männistö
Ville Männistö er pastorur og missiónssamskipari í Lívsins Orð í Uppsala, Svøríki.
Hann hevur verið ógvuliga virkin í missión, og hevur búð uttanlands í mong ár.
Hann undirvísir regluliga á bíbliuskúlum um allan heim. Hansara undirvísing er kveikjandi og fylt av trúgv og vón.
Ville og konan hava tvey børn. Tey búgva í Uppsala. Hann hevur skrivað fimm bøkur og hevur sína egnu sjónvarpssending á størstu kristnu sjónvarpsrásini í Skandinavia.

Tummas Jacobsen
Tummas Jacobsen var pastorur í hvítusunnusamkomuni Fildalefia í Havn í næstan 30 ár. Tummas er framhaldandi partur av leiðsluni. Hann er 70 ár.
Tummas hevur prædikað og undirvíst í ymiskum samkomum í Føroyum og uttanlands í fleiri enn 40 ár.
Tummas er ein salvaður og gávuríkur lovsangsleiðari, tónleikari og undirvísari. Hann hevur í sínum sínari tænastu samantvinnað tilbiðjan, bøn og undirvísing á ein heilt serstakan hátt, sum hevur nomið menniskju og uppbygd samkomur og kirkjur.
Hann er giftur við Sólrún, og eiga tey trý børn.
Hjartamál:
At síggja Guds dýrd og ríki opinberað á jørðini gjøgnum Guds samkomu
At síggja samkomu Guds vaksa í styrki og ávirkan á alt samfelagið
At síggja Guds fólk liva í tilbiðjan og skapa eitt umhvørvi, har undur henda
At síggja Guds fólk vaksa í bøn og myndugleika

Charleston Lim
Charleston Lim er ein av pastorunum í Heart of God Church í Singapore. úr Singapore, sum telur meiri enn 5.200 fólk. Miðalaldurin í samkomuni er 22 ár. Hann var bara 13 ára gamal, tá hann byrjaði eina skúlaveking á skúlanum, sum hann gekk á, og leiddi hann 40 av sínum vinum, ein-til-ein, til trúgv á Jesus. Sum 21 ára gamal var hann leiðari fyri fleiri enn 1000 fólkum í samkomuni, og hevur hann tænt Harranum fulla tíð síðan hann var heilt ungur.
Charleston hevur eina masterútbúgving í gudfrøði frá Oral Roberts University.
Charleston er giftur við Lynette, og eiga tey eina trý ára gamla dóttur.