Endamál
BSK vil menna tann einstaka og alt Guds fólk. BSK leggur dent á at eggja hinum trúgvandi at læra Gud betur at kenna, at lesa og granska Guds Orð fyri at gerast sterkur og at kenna Guds vilja. BSK raðfestir persónliga bønarlívið sera høgt.
Endamálið við Bíbliuskúlanum Keldan (BSK) er at menna Guds fólk og at gera tey búgvin til at tæna Gudi. Skúlin skal gera tey før fyri at fremja Guds vilja og at byggja ríki Hansara við Orðsins og Andans leiðslu og kraft.
BSK skal fyrireika og menna Guds fólk til tær fjølbroyttu tænasturnar, sum eru í Guds ríki. BSK mennir hin einstaka til tænastur í samkomum og úti í samfelagnum. Næmingar á BSK fáa grundleggjandi undirvísing um, hvat tænasta er. Í undirvísingini verður dentur lagdur á Jesus Kristus sum hin størsti tænarin av øllum (Markus 10,45). Undirvíst verður um Andans gávur og um grøðing. BSK vil hjálpa og eggja næmingunum at vera Jesu lærisveinar.
Tað er sera týdningarmikið fyri hin trúgvandi at kenna Guds vilja. BSK hjálpir næmingunum at læra at hoyra Guds rødd og at kenna Hansara vilja. Tað snýr seg um at kenna Guds yvirskipaða/almenna vilja og Hansara vilja fyri einstaka næmingin. Næsta stigið er at fremja Hansara vilja. Í hesum fer BSK at undirvísa um, hvussu menn og kvinnur í Bíbliuni og gjøgnum søguna hava framt Guds vilja og verk við Heilaga Andans leiðslu og kraft.
Eitt av høvuðsmálunum hjá BSK er at vera við til at byggja ríki Guds á jørð. Næmingar verða undirvístur um Guds ríki, hvussu Jesus vísti og kunngjørdi Guds ríki og hvussu Guds fólk kann byggja Hansara ríki við Orðsins og Andans leiðslu og kraft.
Øll trúgvandi í Føroyum eru vælkomin at luttaka í undirvísingum hjá BSK.