Per viðmælir BSK

Per Langgaard hevur luttikið á skeiðum á BSK í júst farna skúlaári. BSK hevur havt prát við hann um luttøkuna á skeiðunum.

"Eg havi fingið nógv burtur úr at vera á BSK. Tað, sum eg eri serliga glaður fyri er grundleggjandi vitanina, sum eg havi fingið um evnini, ið undirvíst hevur verið í.

Tað besta við BSK er, at samstundis sum undirvísingin hevur verið ótrúliga góð og gevandi, so hevur eisini dentur verið lagdur á lovsang og bøn, har Andin er sloppin at virka.

Eg vil avgjørt viðmæla fólki at fara á BSK, tí at á BSK fært tú góða og læruríka undirvísing. Tú kemur fram fyri Harran við lovsongi og bøn, og tú kemur í felagsskap við onnur trúgvandi menniskju."