Eg havi fingið sera nógv gott burturúr

Malan Olsen luttók á øllum fimm skeiðunum á BSK í júst farna skúlaári. BSK hevur havt prát við hana um luttøkuna á skeiðunum.

"Eg havi fingið sera nógv gott burturúr. Evnini vóru sera áhugaverd og eg lærdi nógv um hvussu fantastiskur Guð er, og hvør Heilagi Andin er, eitt nú hjálpari, ráðgevari, kraft og ein ótømandi kelda. Eisini hvussu satt tað er, at Jesus besta navnið er tungur kunnu nevna.

Tað er at læra at sita við Jesu føtur og kenna Guðs rødd. Eg kendi meg so vælkomna á skúlanum og vit høvdu eisini nógvar hugnaligar kaffisteðgir, har ið eg eisini kom at kenna onnur á BSK. Undirvísarnir vóru sera dugnaligir og fittir. Tað var nemt at seta spurningar og umstøðurnar vóru sera góðar.

Eg viðmæli øllum at tekna teg til BSK. Eg gleddi meg hvørt hóskvøld at koma inn í Kelduna - so góð bønarløta, lovsangur, undirvísing og góður felagsskapur. Alt so væl fyriskipað."