Skúlaárið er nú av
Skúlaárið á BSK er nú endað. Mikukvøldið 17. mai var seinasti undirvísingardagur á BSK í hesum skúlaárinum. Seinasta skeiðið var evnið Nýggja Testamenti, sum Búgvi V. Olsen undirvísti í. Og hetta kvøldið fingu luttakararnir á skeiðnum luttøkuváttan.
Luttakaratalið hevur verið millum 30-50 á hvørjum skeiði. Seks skeið vórðu hildin í skúlaárinum 2022/2023. 94 einstaklingar hava verið til eitt ella fleiri skeið.
Samanumtikið hava luttakararnir givið sera jaligar afturmeldingar um innihald, undirvísing og umstøður. Leiðslan á BSK er sera takksom fyri afturmeldingarnar, sum verða brúktar til at menna BSK og skeiðini enn meira.
BSK fer í gongd við sítt triðja skúlaár í heyst. Undirvísingin verður sum higartil í størstan mun skipað sum kvøldundirvísing. Nakrir undirvísingartímar verða tó hildnir leygardagar.
Undirvísingin fyri skúlaárið 2023/24 verður 19. okt – 14. mai. Seks skeið verða boðin út.
Upptøka til skeiðini letur upp á bsk.fo í byrjanini í juni.
Myndatekstur: Luttakarar á skeiðnum Nýggja testamenti, sum endaði 17. mai.