BSK verður dagsskúli í 2026!

Bíbliuskúlin Keldan (BSK) er nú virkin á fimta ári. Málið frá byrjan var at hava ein dagsskúla, og arbeitt hevur verið málrættað við hesum síðan stovnan av BSK í 2021.

Leiðslan í BSK hevur gjørt av, at BSK byrjar sum dagsskúli í september í 2026! Hetta er ein týdningarmikil varði í søguni hjá BSK.

Endamálið við Bíbliuskúlanum Keldan (BSK) er at menna Guds fólk og at gera tey búgvin til at tæna Gudi. Skúlin skal gera tey før fyri at fremja Guds vilja og at byggja ríki Hansara við Orðsins og Andans leiðslu og kraft.

21 skeið hava verið hildin síðan skúlin byrjaði. Tær flestu undirvísingarnar hava verið skipaðar um kvøldið og leygardagar.

Fleiri enn 30 evni eru á dagsskúlanum. Her eru nøkur av evnunum:

  • Heilaga Andans gávur
  • Samkoman
  • Vekingarsøga
  • Grøðing
  • At granska Bíbliuna
  • Guds eginleikar og persónleiki
  • Trúgv
  • Bøn
  • Bíblian
  • Trúarverja
  • Missión
  • Ísrael
  • Kristið familjulív og virði
  • Kristin heimsáskoðan

Skúlin byrjar í september 2026 og endar í mai 2027. Leisturin er ein dagsskúli, ið varir í níggju mánaðir. Undirvísingarnar vera gerandisdagar fyrrapartar. Sostatt ber til at ganga á BSK og samstundis arbeiða seinnapart.

Ein týðandi partur av skúlaskeiðnun er missiónsferð til Evropa, har næmingar fara út í Evropa at tæna og at boða gleðiboðskapin. Eisini verður túrur til Ísrael partur av skúlaskeiðnum (um trygdarstøðan ikki loyvir tí, verður annað spennandi stað funnið).

Á BSK fært tú góðan møguleika at brúka tíð saman við Jesusi í einum umhvørvi, sum leggur dent á bíbliutrúgva undirvísing í Heilaga Andans nærveru og í tilbiðjan.

Kom á BSK komandi ár og ger eina íløga í títt andaliga lív og framtíð. Á BSK verður eitt sterkt og gott grundarlag fyri títt lív lagt.

Eftir summarfrítíðina verður latið upp fyri at søkja inn á dagsskúlan á bsk.fo., og kunnað verður seinni neyvari um skúlaárið 2026-2027.