Nógv meira bevíst

Skrivað hevur Guðrun Johansen, sum hevur verið til øll 27 skeiðini.

BSK hevur verið ótrúliga gott frá fyrsta skeiðið, sum eg teknaði meg til. At fáa undirvísingina um Guds orð í síni heilheit, um Bíbliuna frá 1. Mósebók til Opinberingina, til at læra ymiskt annað um til dømis blóðsáttmálan, rættvísgering og hvussu er Bíblian uppbygd og skrivað, øll tey tingini, tað hevur verið simpulthen so áhugavert, og eg havi elskað, faktiskt, at møtt upp til hvønn undirvísingartíma.

Tað sum tað hevur gjørt á mítt lív, er tað, at eg eri nógv meira bevíst um at lesa Guds orð og biðja hvønn dag. Hvat fyri týdning tað hevur á mítt lív. Og har vil eg siga, at bíbliuskúlin hevur gjørt meg til eina betri útgávu av mær sjálvum saman við Jesusi – at síggja hansara kærleika spegla í Bíbliuni allan vegin aftur til okkum, og hvussu nógv hann ynskir eitt samfelag við okkum.

Tað, sum mær dámar væl, er at fáa greiðu á hesum ymisku tingunum, sum eru í Bíbliuni, og tá ið onkur fer í gongd at forklára um eitt ella annað í Bíbliuni; onkra søgu ella eitt ella annað – at kunna siga ”oh my dear, yes! Eg eri við! Hann byrjar við A og eg sigi B, C, D, E, F, G.”

Eg síggi eisini hvørja ávirkan tað hevur havt á meg, sum so er farin víðari yvir á mína familju. Hvussu tað hevur broytt nøkur ting inni hjá okkum – viðvíkjandi hesum her at lesa Guds orð hvønn dag. So, tað hevur verið til eina stóra signing fyri meg, og faktiskt eri eg eitt sindur stolt av, at kunna siga, at eg havi verið við til fyrsta bíbliuskúlan í Føroyum og eg vil absolutt anbefalla fólki at fara á BSK.