Ein rík signing

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi, sum hevur verið til meir enn helvtina av skeiðunum á BSK.

Hesi fimm árini Bíbliuskúlin Keldan hevur bjóðað bíbliuundirvísing mikukvøld og einstakar leygardagar, hava verið mær ein sera góð og lærurík tíð.

Eg minnist, at fyrstu tíðina vóru bæði verforeldrini hjá mær, Óli og Sólrun Abrahamsen við til nøkur skeið, og tá var tað hugaligt hjá mær at hava tey við mær millum Fuglafjørð og Skálabotn. Tá korona var í hæddini sótu vit saman inni hjá verforeldrunum og lurtaðu.

Á øllum skeiðunum havi eg lært nakað nýtt, men tey skeið har vit fingu bók hjá Kenneth Hagin vóru kortini nakað heilt serligt fyri meg. Serliga skeið sum Myndugleikin hjá tí trúgvandi, Bøn og Evangelisering hava givið mær nógv gott at arbeiða víðari við í gerandisdegnum.
 
Eisini havi eg virðismett felagsskapin kring skeiðini. Tað hava verið góð og gevandi prát í kaffisteðginum, eisini við fitt fólk úr øðrum samkomum, sum eg kanska ikki hevði havt høvi at heilsað upp á annars. Tað hevur gjørt upplivingina bæði hugnaliga og mennandi.

Tað hevur verið stuttligt at sæð hvussu alt tað praktiska hevur verið so væl fyriskipað. Millum annað at bæði framløga og ljóðupptøka frá einstøku undirvísingini hava verið tøk hjá okkum luttakarum gjøgnum innannetið á heimasíðuni bsk.fo. Tað hevur verið gott fyri meg at hoyra undirvísingarnar í bilinum meðan eg havi koyrt til arbeiðis, bæði um eg havi verið burturstaddur í arbeiðsørindum, ella tá eg havi ynskt at endurhoyra ávísar undirvísingar. 

Eg takki Gudi fyri hesi skeiðini á BSK, sum hava verið ein rík signing fyri meg.