Leistur

BSK arbeiðir við einum stutttíðar leisti og einum langtíðari leisti.

Fyrsta skeiðið byrjaði í oktober 2021. BSK hevur eina samanseting av kvøldskúla og leygardagsskúla og stuttskeiðum.

Málið er at hava ein parttíðarskúla (fyrrapartar) um í 2026. Tá verður byrjað í september, og endað verður í mai.

Leiðslan fyri BSK fer støðugt at eftirmeta skeiðini og leistin. Hetta verður gjørt í tøttum samskifti við næmingar og undirvísarar.

BSK fer at skipa fyri ymiskum almennum fyrilestrum.

Undirvísing um kvøldið

Undirvísing um kvøldið verður eftir ætlan skipað soleiðis:

  • Kl. 18.30 Byrja við lovsangi og bøn
  • Kl. 19.00 Undirvísing
  • Kl. 19.45 Kaffi
  • Kl. 20.00 Undirvísing
  • Kl. 20.45 Samtalur og viðmerkingar
  • Kl. 21.00 Liðugt
Undirvísing leygardagar

Undirvísing leygardagar verður eftir ætlan skipað soleiðis:

  • Kl. 10.00 Byrja við lovsangi og bøn
  • Kl. 10.30 Undirvísing
  • Kl. 11.15 Kaffi
  • Kl. 11.25 Undirvísing
  • Kl. 12.10 Døgurði
  • Kl. 13.00 Undirvísing
  • Kl. 13.45 Kaffi
  • Kl. 13.55 Undirvísing
  • Kl. 14.40 Samtalur og viðmerkingar
  • Kl. 15.00 Liðugt
Stuttskeið

Stuttskeið er eitt skeið har undirvíst verður í einum skeiðið yvir eitt langt vikuskifti.
Dømi um skrá fyri stuttskeið:

  • Hóskvøld kl 18:30 - 21:00
  • Leygardag kl 10:00 - 16:00
  • Mánakvøld kl 18:30 - 21:00
  • Týskvøld kl 18:30 - 21:00