Melda teg til vekingarsøgu!

13. januar byrjar eitt nýtt og spennandi skeið á BSK: vekingarsøga.

Endamálið við hesum skeiði er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um, hvat veking er og hvat eyðkennir kristna veking. Hugt verður at vekingum í Bíbliuni og gjøgnum kirkjusøguna við serligum denti á Heilaga Andans verk. Víst verður á bíbilsku fyritreytirnar fyri veking og samfelagsávirkan.

Rúni Rasmussen hevur ábyrgd av skeiðnum og undirvísir.

Skeiðið byrjar 13. januar 2022.

Umsóknarfreistin er hósdagin 2. desember.

Send umsókn til BSK her.