Nú er møguleiki at søkja um at luttaka á skeiðum á BSK í skúlarárinum 2025/2026.
Um tú søkir inn á øll skeiðini beinanvegin, fært tú 100 kr. avsláttur fyri hvørt skeið. Annars er prísurin fyri hvørt skeið 600 kr. Stutt eftir, at umsøkjari hevur móttikið váttan um upptøku, skal hann rinda 200 kr í upptøkugjaldi. Restin av skeiðsgjaldinum verður rindað við skeiðsbyrjan.
Søkir tú inn á øll skeiðini beinanvegin, ber til at deila gjaldið upp, so tað ber til at gjalda fyri eitt og eitt skeið. Gjaldið fyri hvørt skeið verður goldið við skeiðsbyrjan. Meiri verður kunnað um hetta, tá tú ert upptikin á skúlan.
Aldursmarkið er 16 ár.
Umsókn til upptøku á skeiðum á BSK 2025/2026
Les meiri um okkara privatlívspolitikk her.