Skúlaárið 2025-2026

Nú ber til at søkja um at luttaka á skeiðum á BSK í skúlaárinum 2025/2026. Søk her.

Kostnaður

Um tú søkir inn á øll skeiðini beinanvegin, fært tú 100 kr. avsláttur fyri hvørt skeið. Annars er prísurin fyri hvørt skeið 600 kr. Stutt eftir, at umsøkjari hevur móttikið váttan um upptøku, skal hann rinda 200 kr í upptøkugjaldi. Restin av skeiðsgjaldinum verður rindað við skeiðsbyrjan.

Søkir tú inn á øll skeiðini beinanvegin, ber til at deila gjaldið upp, so tað ber til at gjalda fyri eitt og eitt skeið. Gjaldið fyri hvørt skeið verður goldið við skeiðsbyrjan. Meiri verður kunnað um hetta, tá tú ert upptikin á skúlan.

Aldursmarkið er 16 ár.

Skeiðslýsingar og undirvísingardagar, freistir v.m. viðv. skúlaárinum 2025-2026 eru her:

 

Jesu lív og tænasta
  • Ár: 2025
  • Longd: 14 tímar
  • Á hesum skeiðnum kemur fokus at vera á lívið og tænastuna hjá Jesusi. M.a. verður hugt at, hvat Gamla Testamenti hevur at siga um Jesus og hvussu tey 4 evangeliini lýsa lívið og tænastuna hjá honum frá byrjan til enda. Eisini verður undirvíst um stóru ávirkanina, ið Jesus hevur havt á allan heimin og um hvat Jesus ger í dag.
  • Undirvísari: Búgvi V. Olsen
  • Skeiðið byrjar 22. oktober og endar 22. november
  • Umsóknarfreistin er 10. september
  • Undirvísingardagarnir eru:

Mikudagin: 22. okt kl. 18.15-21.00
Mikudagin: 29. okt kl. 18.30-21.00
Mikudagin: 5. nov kl. 18.30-21.00
Mikudagin: 12. nov kl. 18.30-21.00
Mikudagin: 19. nov kl. 18.30-21.00
Leygardagin: 22. nov kl. 10.00-15.00

Rættvísgering og heilaggering
  • Ár: 2026
  • Longd: 14 tímar
  • Endamálið við skeiðnum er at geva skeiðsluttakarunum eina greiða fatan av bíbilsku hugtøkunum rættvísgering og heilaggering, umframt hvønn týdning hesir sannleikar hava fyri okkara dagliga trúarlív saman við Harranum.
  • Undirvísari: ÓlavurJacobsen
  • Skeiðið byrjar 14. januar og endar 7. februar
  • Umsóknarfreistin er 3. desember
  • Undirvísingardagar:

Mikudagin 14. jan kl 18:15-21:00
Mikudagin 21. jan kl 18:30-21:00
Mikudagin 28. jan kl 18:30-21:00
Mikudagin 4. feb kl 18:30-21:00
Leygardagin 7.feb kl 10:00-15:00

Fyrieiking til tænastu
  • Ár: 2026
  • Longd: 14 tímar 
  • Fyrireikar Gud menniskju til tænastu í dag? Hvat er eitt kall? Hvussu finni eg út av, hvørjar gávur eg havi og um Gud kann brúka meg? Hvat skal til fyri at vera ein góður tænari í Guds ríki? Hetta eru nakrir av spurningum, sum fara at blíva viðgjørdir og svaraðir á hesum skeiðnum.
  • Undirvísarar: Búgvi V. Olsen og Pauli Høj
  • Skeiðið byrjar 18. februar og endar 28. mars
  • Umsóknarfreistin er 7. januar
  • Undirvísingardagar:

Mikudagin 18. feb kl. 18.15-21.00
Mikudagin 25. feb kl. 18.30-21.00
Mikudagin 18. mars kl. 18.30-21.00
Mikudagin 25. mars kl. 18.30-21.00
Leygardagin 28. mars kl. 10.00-15.00

Leiðsla
  • Ár: 2026
  • Longd: 11 tímar (stuttskeið)
  • Eingin samkoma fer at vaksa – og halda fram at vaksa – uttan góða leiðslu. At duga at arbeiða saman við øðrum, læra fólk upp, leggja ætlanir fyri framtíðina og seta nýggj átøk í verk eru alt partar av einari livandi og sunnari samkomu. At vera ein góður leiðari er meira enn ein gáva – tað er eisini nakað, tú kanst læra teg. Hetta er nakað av tí, sum hetta skeiðið fer at viðgera.
  • Undirvísari: Matts-Ola Ishoel
  • Skeiðið byrjar 5. mars og endar 7. mars
  • Umsóknarfreistin er 21. januar 
  • Undirvísingardagar:

Mikudagin 5. mars kl. 18.15-21.00
Hósdagin 6. mars kl. 18.30-21.00
Leygardagin 8. mars kl. 10.00-16.00

Undirvíst verður á enskum, men til ber at fáa umseting til føroyskt.

Grundvøllurin undir okkara trúgv
  • Ár: 2026
  • Longd: 14 tímar
  • Hetta skeiðið er um tey grundleggjandi evnini í teirri kristnu trúnni. Skeiðið gevur skipað innlit í kristnu trúnna grundað á Bíbliuna. Dømi um evni, sum verða gjøgnumgingin: Læran um Gud, læran um menniskjað, læran um frelsu, læran um samkomuna, læran um Heilga Andan. Skeiðið gevur eitt gott yvirlit yvir lærur og lyklahutøk í kristnu trúnni.
  • Undirvísari: Ólavur Jacobsen og Rúni Rasmussen
  • Skeiðið byrjar 15. apríl og endar 10. mai
  • Umsóknarfreistin er 21. mars
  • Undirvísingar dagar:

Mikudagin 15. apríl kl. 18.15-21.00
Mikudagin 22. apríl kl. 18.30-21.00
Mikudagin 29. apríl kl. 18.30-21.00
Mikudagin 6. mai kl. 18.30-21.00
Leygardagin 9. mai kl. 10.00-15.00

Skeið

Her sæst yvirlit yvir skeið á BSK, sum hava verið og verða hildin:

Skeið á BSK

Her er yvirlit skeið, sum hava verið og dømi um skeið, sum ætlanin er at hava:

  • Bíblian (var skúlaárið 2021/22)
  • Heilagi Andin (var skúlaárið 2021/22) 
  • Vekingarsøga (var skúlaárið 2021/22)
  • Evangelisering (var skúlaárið 2021/22)
  • Guds eginleikar og persónleiki (var skúlaárið 2021/22)
  • Blóðsáttmálin (var skúlaárið 2022/23)
  • Nýggja testameni (var skúlaárið 2022/23)
  • Bíblian og pengar (var skúlaárið 2022/23)
  • Lovsangur og tilbiðjan (var skúlaárið 2022/23)
  • Kristið familjulív og virði (var skúlaárið 2022/23)
  • Myndugleikin hjá tí trúgvandi (var skúlaárið 2022/23)
  • Bøn (var skúlaárið 2023/24)
  • Ísrael (var skúlaárið 2023/24)
  • Missión (var skúlaárið 2023/24)
  • Ápostlasøgan (var skúlaárið 2023/24)
  • Gamla testamenti (var skúlaárið 2023/24)
  • Kristin heimsáskoðan (var skúlaárið 2023/24)
  • Grøðing (var skúlaárið 2024/25)
  • Trúarverja (var skúlaárið 2024/25)
  • Samkoman (var skúlaárið 2024/25)
  • Granska Bíbliuna (var skúlaárið 2024/25)
  • Heilaga Andans gávur (var skúlaárið 2024/25)
  • Leiðsla (stuttskeið skúlaárið 2025/2026)
  • Jesu lív og tænasta (verður skúlaárið 2025/2026)
  • Fyrireiking til tænastu (verður skúlaárið 2025/2026)
  • Rættvísgering og heilaggering (verður skúlaárið 2025/2026)
  • Grundvøllurin undir okkara trúgv (verður skúlaárið 2025/2026)