
5. - 10. mai verður stuttskeið um “Evangelisering” á BSK.
Hetta skeiðið verður ein gjøllig gjøgnumgongd um tað sum Bíblian sigur um evangelisering. Við støði í bíbilskum meginreglum, og innliti í tænastu, fert tú at læra um hjarta og endamálið við evangilsering og tú fert at læra hvussu tú persónliga kanst leiða onnur til Kristus. Vit fara eisini at hyggja eftir hvussu man effektivt kann røkka ungdómar, og verða eggjaður av teirra fyridømum.
Undirvísari: Charleston Lim (ein av pastorunum í Heart of God Church í Singapore)
Skeiðið byrjar 5. mai og endar 10. mai
Skeiðið verður á enskum og verður tulka til føroyskt.
Umsóknarfreistin er hósdagin 24. mars
Send umsókn til BSK her.