Besta íløgan
Skrivað hevur Alice Frederiksberg, sum hevur verið til øll 27 skeiðini.
Eg hevði eitt ynski til 2021 um at lesa Bíbliuna ígjøgnum alla sum hon var uppá eitt ár. Fyri tað fyrsta tí tað hevði eg ongantíð gjørt, og eisini fyri at vaksa meiri andaliga.
Tá heystið 2021 kom, og Bíbliu Skúlin Keldan byrjaði, var tað so líka til at tekna meg til øll skeiðini, tí har sá eg møguleikan fyri at koma at læra Guds Orð enn betur at kenna. Slagorðið fyri skúlan ”At sita við Jesu føtur” undirbygdi ta kenslu og eldhuga, sum eg nú hevði, við at lesa Guds Orð hvønn morgun og njóta gullkornini og opinberingarnar sum eg fekk harfrá.
Eg havi verið til øll skeiðini á BSK síðan tað byrjaði. Tað hevur verið ein av bestu íløgunum eg havi gjørt í mínum lívi!
Eg kann ikki annað enn takka fyri at eg havi havt hendan møguleika! Takk til tykkum, sum hava havt lovsongin og undirvíst og gjørt tað møguligt hjá mær og øðrum, at komið til so góða undirvísing, sum hevur verið so væl fyrireikað. Takk til leiðslu skúlans, fyri alt tað, sum tit hava lagt í hetta arbeiðið - fyri at fáa BSK at koyra so væl sum tað hevur gjørt. Sjálvandi hevur tað verið gott, tí Guds Orð ER livandi og harvið sera viðkomandi fyri okkum sum trúgva, til eina og hvørja tíð og til ævigar tíðir!
Eg eri blivin alt meiri hugtikin av hvat Guds Orð er, hvør Heilagi Andin er, hvør myndugleikin hjá tí trúgvandi er, og kraftin í bønini. At hava ”sitið við Jesu føtur” bæði heima í kamarinum tíðliga á morgni, og eisini at vera komin til undirvísing á BSK, hevur styrkt mína trúgv nógv.
Í 2025 fór eg aftur undir at lesa Bíbliuna ígjøgnum uppá eitt ár í tíðarrøð. Hesu ferð saman við væl týddu bókunum ”Viðmerkingar – til hvønn kapittul í Bíbliuni”. Sum tíðin gekk, og týdningurin og áhugin av bøn vaks, fekk eg enn størri tørv og longsul eftir at fáa mítt bønarlív raðfest hægri. Eri Gudi takksom fyri andaliga vøksturin sum Hansara livandi Orð hevur skapt.
Eg vil viðmæla øllum sum hava møguleika at fara á BSK! Tað er gott, tí Guds Orð ER livandi og harvið sera viðkomandi, til eina og hvørja tíð til ævigar tíðir!