Hægri støði enn vænta

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen, ið hevur verið á 22 av 27 skeiðum.

Longu áðrenn eg dugdi at lesa, hoyrdi eg søgur úr Bíbliuni, og enn í dag møti eg nýggjum tingum, tá eg lesi í Bíbliuni. BSK hevur á tann hátt verið eitt gott og spennandi íkast, ið hevur givið mær sera nógv.

Eitt er at lesa tað sum stendur í Bíbliuni, men hví bleiv tað skrivað? Hvør er søgan aftanfyri? Hvør var persónurin sum skrivaði? Og hvussu bleiv júst hesin teksturin partur av tí, sum vit í dag kalla “Guds orð”?

Jú meira vit granska, betur duga vit at síggja, at tað framvegis er nógv, sum vit ikki vita.

Eg kann nevna eitt dømi um, hvussu nógv eg sjálvur onkuntíð havi tikið feil, uttan at hugsa um tað: Eg havi altíð bara hugsað, at Bíblian var Gamla testamentið og Nýggja testamentið, og at Gamla testamentið snúði seg um umleið helvtina av tíðini og Nýggja testamentið um hina helvtina. Eg veit ikki hví eg ongantíð havi hugsað meira um tað - tað er bara komið soleiðis fyri. Men so fái eg at vita á BSK, at soleiðis er tað als ikki – at Gamla testamentið strekkir seg gjøgnum fleiri túsund ár, meðan Nýggja testamentið snýr seg um eitt tíðarskeið, sum er minni enn hundrað ár. - Ikki tí – eg havi havt tað fínt uttan hasa vitanina, - men tað er sera spennandi at fáa greiðu á nógvum slíkum tingum, sum eg ikki havi hugsað so nógv um, og sum í roynd og veru eru nógv øðrvísi enn eg havi hildið.

Tá eg teknaði meg til fyrsta skeiðið á BSK, visti eg ikki rættiliga, hvørjum eg kundi rokna við, men nú aftaná kann eg siga, at støðið var hægri enn tað, sum eg tordi at vænta.

Skeiðini hava verið rættiliga fjølbroytt – alt frá undirvísing um, hvussu Bíblian er vorðin til, og til kirkjusøguna, eisini í Føroyum. Tað hevur verið sera áhugavert.

Eg kann bara viðmæla øllum BSK.