Kom á BSK skúlaárið 2024/2025!

Nú er greitt, hvørji skeið verða boðin út á BSK skúlaárið 2024/2025.

Skúlin bjóðar út hesi spennandi skeið:

  • Samkoman (Pauli og Jastrid Høj)
  • Heilaga Andans gávur (Poli Jacobsen)
  • Trúarverja (Høgni Johannesen o.fl.)
  • Granska Bíbliuna (Rói Norðoy)
  • Grøðing Ólavur Jacobsen

Leiðslan á BSK gleðir seg at bjóða skeiðsluttakarum vælkomnum. Hetta er fjórða skúlaárið.

Eitt av høvuðsmálunum hjá BSK er at vera við til at byggja ríki Guds á jørð. Næmingar verða undirvístir um Guds ríki, hvussu Jesus vísti og kunngjørdi Guds ríki og hvussu Guds fólk kann byggja Hansara ríki við Orðsins og Andans leiðslu og kraft.

Øll trúgvandi í Føroyum eru vælkomin at luttaka í undirvísingum hjá BSK.

Les meira um skeiðini her.

Søk um upptøku her.