Stuttskeið í trúarverju

BSK hevur sett ein spennandi stuttskeið um trúarverju á skrá í februar 2025.

Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um trúarverju og kjarnuevni í trúarverju. Eisini verður víst á, hví neyðugt er at arbeiða við trúarverja í samkomum og í lívinum hjá tí kristna. Dentur verður lagdur á geva viðkomandi vitan og amboð hjá luttakarunum at brúka í sínum gerandisdegi.

Evnini á skeiðnum eru:

  • Hví trúarverja?
  • Prógv fyri, at Gud er til og at Hann er skapari alheimsins
  • Trúvirðið í Bíbliuni
  • Kristnitrúgv og kyn
  • Vísund og trúgv
  • Islam
  • Kristnitrúgvin og heimssøgan

Skeiðið byrjar leygardagin 22. februar og endar mikukvøldið 26. februar.

Høvuðsundirvísari á skeiðnum er Høgni Johannesen.
Hinir undirvísararnir eru: Kristian Hansen, Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, Símun Absalonsen, Arni Zachariassen og Rúni Rasmussen.

Umsóknarfreistin er mikudagin 8. januar.

Undirvísingardagarnir eru:
Leygardagin 22.feb kl 10:00-16:00
Mánadagin 24.feb kl 18:30-21:00
Týsdagin 25.febl kl 18:30-21:00
Mikudagin 26.feb kl 18:30-21:00

Skeiðið kostar 600 kr. Tilfar, matur o.a. er íroknað. Aldursmarkið er 16 ár.

Melda til skeiðið her.