Stuttskeiðið "Bíblian og pengar" byrjað
Í kvøld byrjaði stuttskeiðið "Bíblian og pengar" á BSK. Carl-Gustaf Severin undirvísir á skeiðnum. Skeiðið heldur fram leygardagin, mánakvøldið og týskvøldið. Góð undirtøka er fyri skeiðnum, 60 luttakarar hava meldað seg til.
Carl-Gustaf kemur úr Svøríki og hevur í mong ár virkað sum evangelistur og bíbliulærari. Hann hevur ferðast víða um, serliga í Ruslandi og í eysturevropu. Hann er ein salvaðaur, lívligur og gávuríkur prærdikumaður og undirvísari. Leiðslan á BSK er sera takksom fyri, at Hann hevur sett tíð av til at undirvísa í hesum viðkomandi og ofta undirraðfestum evni.
Endamálið við skeiðnum er við Bíbliuni at vísa á Guds áskoðan á tímilig viðurskifti á ein skilvísan hátt. Undirvíst verður um ymiskir hættir at verða signaður av at geva, og víst verður á praktiskar hættir at røkka framburði.
Undirvísingin vísir á, at Gud er áhugaður í at hjálpa okkum við øllum okkara tørvum, og samstundis vil Hann eisini gera okkum til gevarar. Luttakararnir fáa eina fatan av mongum praktiskum viðurskiftum viðvíkjandi tí at vera ein góður umsitari/húshaldari.
Leiðslan á BSK fegnast um góðu undirtøkuna.
Hetta skeiðið verður aftur á skrá seinni. Hetta verður kunngjørt á bsk.fo. "Bíblian og pengar" verður partur av hálvtíðarbíbliuskúla, sum eftir ætlan verður skipaður um fá ár.