
Fjórða skúlaárið á BSK er liðugt
Í kvøld, mikukvøldið 21. mai, rundaðu vit fimta og seinasta skeiðið av fyri BSK árið 2024/2025. Evnið seinasta skeið hevur verið ”Grøðing”, har Ólavur Jacobsen hevur undirvíst. Eitt sera gott og gevandi skeið!
Nú hetta skúlaárið er farið aftur um bak, verða sendar komandi dagarnir 99 skeiðsváttanir til skeiðsluttakarar, sum hava luttikið til øll ella nøkur av skeiðunum á BSK seinasta árið, umboðandi 20 ymiskar samkomur í Føroyum.
Síðan BSK var sett á stovn fyri 4 árum síðani, hava vit nú hildið heili 22 ymisk skeið. Eftir summarferiuna fara vit í gongd við BSK 2025/2026, ið eisini verður seinasta skúlaár við kvøld- og leygardagsskúlaleistinum, tí í september 2026 verður BSK skipaður sum dagsbíbliuskúli í 9 mánaðir. Meiri kunning um dagsskúlan kemur eftir summarferiuna á sosialu miðlunum og her á bsk.fo. Hevur tú spurningar um eitt og hvørt longu nú, ber til at senda ein teldupost til bsk@bsk.fo ella venda sær til onkran í BSK-leiðsluni.