Eitt lívs umbroytandi ár

Eg var 20 ár, tá eg fór á bíbliuskúla uttanlands. Tá var eingin bíbliuskúli í Føroyum, har eg kundi ganga í eitt heilt skúlaár.

Eg vaks upp í einum trúgvandi heimi og hugsaði, at eg longu visti alt um Bíbliuna og ta kristnu trúnna, men eftir nakrar fáar dagar á bíbliuskúlanum fann eg út av, hvussu lítið eg í veruleikanum visti.

Tað var fantastiskt at kunna byrja hvønn morgun við bøn og lovsangi saman við øðrum trúgvandi - fyri síðani at fáa góða bíbliuundirvísing.

Tað var í hesum árinum, at eg lærdi at skilja Bíbliuna nógv betur. Og harvið eisini kom at kenna Jesus betur og fáa eitt tættari forhold við Hann. Tað var í hesum árinum, at Gud veruliga fekk fatur á mær, um so kann sigast. Eg hevði gjørt mær mínar ætlanir um framtíðina, men Gud vísti mær, hvørjar ætlanir Hann hevði fyri meg. Eg mátti stíga út í trúgv! Men úrslitið var, at tað broytti mítt lív til nakað so nógv betri, og eg eri sera takksamur fyri tað í dag. Jesus er æviga trúfastur. Hann svíkur ikki.

Eg vil viðmæla øllum trúgvandi - serliga um tú ert ungur - at taka tíð til at fara á bíbliuskúla; antin her í Føroyum ella uttanlands. Tað er við til at byggja eina grund fyri títt andaliga lív! At fara á bíbliuskúla er ein tann besta og mest týðandi íløgan, sum gerast kann!

Búgvi V. Olsen