Eg kann sterkt viðmæla bíbliuskúlan

Oda Abrahamsen luttók á øllum fimm skeiðunum á BSK í júst farna skúlaári. Oda hevur eisini gjørt ein megnar arbeiði at samskipa og hjálpa á øllum skeiðunum. BSK hevur havt prát við hana um luttøkuna á skeiðunum.

"Eg havi fingið sera nógv gott burturúr hetta skúlaárið. Tað hevur verið ordiliga læruríkt og mennandi at vera við til skeiðini. Eg kenni eisini, at eg síggi øðrvísi uppá tingingini, og alt gevur meira og betri meining

Eg haldi at tað er ordiliga deiligt, at fleiri trúgvandi kunnu møtast og læra um Gud og hansara skapanarverk. Tað er eisini eitt stórt pluss, at bíbliuskúlin er her í Føroyum, tí eg havi ofta hugsað um at fara á bíbliuskúla. og nú havi eg fingið møguleikan til tað.

Eg kann sterkt viðmæla bíbliuskúlan. Tað hevur verið ordiliga gevandi, og eg havi lært nógv nýtt, sum eg ikki hevði lært, um eg ikki hevði verið har, og eg eri komin at kenna nógv fleiri fólk betur, enn áðrenn."